VÆLKOMIN TIL GRINDABOÐ.FO

Á Grindaboð.fo kanst tú lesa um grindahvalin – djórið við hvørjum vit býta havið um oyggjarnar, djórið ið mangan nevnt verður í tjak um mentan og siður, og djórið ið er vorðið eitt ikon fyri Føroyaland.


  •  

    Sí filmin í fullari stødd © Aquawork

  • GRINDAHVALURIN

    Vit býta havið millum okkum, grindahvalin og nógv onnur havdjór. Hvat eru grindahvalir fyri djór?

    Hóast grindahvalir eru risastór og dugnalig ránsdjór, eru teir eisini blídligir, forvitnir og sera sosialir skapningar, ið ikki ræðast menniskju.

    Grindahvalir liva um nærum allan heimin. Óvist er, hvussu nógvir eru til.

    Les meira um grindahvalin


  • HVALALÍV

    Grindahvalir liva og ferðast í bólkum, ið telja millum nakrar fáar hval upp í fleiri hundrað og onkuntíð yvir túsund.

    Tætt band er millum mammu og hvølp. Í tvey ár ella longri fær hvølpurin mjólk frá mammuni, og tey halda saman í fleiri ár, um ikki alt lívið.

    Grindahvalir eru gepardar í dýpunum, ið kunnu kava upp til 9 metrar um sekundi fyri at finna sína yndisføði, høgguslokk.

    Les meira um hvalalív

  •  

    © Fredrik Broms

  •  

    hvalur
    © Gigantes Azul / Aquawork

  • HVALUR

    Hvalir eru havsins risar, ið vit menniskju kenna lítið til. Sera hugtikin eru vit, tá ið vit síggja teir koma upp í vatnskorpuna at anda, hvíla, eta, spæla ella forvitnast.

    Cetacea er felagsheitið fyri hval, delfin og nísu, og tað eru í minsta lagi 87 ymisk sløg til í heiminum.

    Hvalir liva í einum heimi av ljóði. Ljóð er avgerandi fyri hesi hugvekjandi djór – tað veri seg samskifti, trivnaður og veiða. Hóast teir liva í sjógvi, er luft lívsneyðug, tí upp at anda mugu teir.

    Les meira um hvalin


  • HAVIÐ ER HÓTT

    70 prosent av jarðarflatuni er hav – ein litfagur og hugtakandi heimur, ið er gátuførur fyri okkum menniskju.

    Havið er heimstaður hjá 230.000 ymiskum djórasløgum, sum vit kenna til, men bert ein brotpartur av dýpunum er granskaður. Enn hava vit einans funnið ein ella tveir triðingar av øllum djórasløgum í havinum.

    Alt lív á jørð er treytað av havinum, men hóast vit vita tað, eru menniskju størsta hóttanin ímóti tí. Vit dálka og drepa, oyðileggja og misnýta. Havið er hótt.

    Les meira um havið

  •  

    oceanics
    © Ingi Sørensen

Marna OlsenHome