GRINDAHVALURIN

”Hygg, blásturin!”

Blídligir risar reika í høvunum. Svartfiskar summatíðir nevndir, men teir eru ikki fiskar. Teir anda sum menniskju, og blástur teirra sæst langa leið.

Tú ert á sjónum ella tætt við sjóvarmálan og hyggir eftir einum hvørjum, ið brýtur vatnskorpuna. Tað er ókyrt, og ringt er at síggja annað enn aldur, íð hvítta. Brádliga sært tú okkurt hvítt bróta frá, eitt hvítt sprutt. Er hetta blástur frá einum grindahvali?

Hvør einasti andadráttur teirra er ein tilætlað gerð. Hvalurin kemur upp at anda hvørjar 15-20 minuttir, og við hvørjum andadrátti er blástur. Blástrið er ovast á kúluni á grindahvali.

hitthvalin© Rory T. B. Moore

Hyggur tú nærri, sært tú ein svart ”skepilsi” flóta í vatnskorpuni. Óivað eru fleiri. Sært tú, grindahvalur er sera sosialur og heldur saman í bólkum. Tað, ið tú sært, er stóra hornið og ovari partur av bakinum. Hornið er nakað longri frammi enn miðskeiðis á hvalinum og er sterkt, tjúkt og bent afturá.

Grindahvalur er mest virkin eftir sólsetur og um náttina, tá ið yndismatur teirra, høgguslokkurin, eisini er mest virkin. Grindahvalur kavar djúpt og er frábera dugnaligt veiðudjór við førleikum, ið eru meinlíkir teimum hjá gepardi – nógvur vági/nógv úrtøka við skiftandi og tíðum høgari ferð. Um dagin kavar grindahvalurin ikki djúpt, hvílir seg fyri tað mesta, minglar í bólkinum ella ferðast spakuliga. Hesar eru orsøkirnar, ið gera, at tað er so lætt at hitta grindahval.

Forvitni er eitt eyðkenni hjá grindahvali. Ert tú heppin, so sært tú hann stinga høvdið upp úr sjónum. Hesin atburður kallast lúringarlop (spyhopping). Tú sært andlitið og fært kanska eisini eygnasamband! Teir gera hetta fyri at hyggja seg um, tí teir vilja vita hvat, ið fyriferst rundan um teir. Hvat var hatta, ið larmaði? Hvør hyggur at okkum? Er nakar vandi á ferð?

Grindahvalur heldur nærum alla ævi sína til kring oyggjar ella nær landi. Tá ið sjaskut er í veðrinum um veturin, kroka nógvir bólkar undir Føroyum, har høgguslokkur er í hópatali, og teir kunnu uppala næsta ættarliðið.

Um tú er SERA heppin, koma hvalir upp undan fyri nøsini á tær og sprutta við sveivinum. Teir eru frábærir brimríðarar og elska at ferðast í bógbylgjuni ella kjalarvørrinum á bátum, har teir fáa nógva ferð á seg. Grindahvalurin dugir at hava tað stuttligt!

Høvdu slíkar vitjanir verið møguligar í Føroyum, um umstøðurnar vóru øðrvísi?

VIÐ VATNSKORPUNA

Um tú sært ein bólk av grindahvalum, sært tú teir ivaleyst gera okkurt av hesum. Hóast teir brúka meginpartin av tíðini í djúpum vatni, noyðast teir upp til vatnskorpuna at anda og eisini fyri at forvitnast. Ofta røra teir seg og spæla í aldunum, og tá gerst tað rættiliga týðiligt, at stuttleiki hevur týdning fyri hesi djórini.

Blástrið

Meðan vit menniskju anda uttan at geva okkum far um tað, er hvør andadráttur hjá einum hvali eitt tilvitað val. Grindahvalir koma upp til vatnskorpuna hvørjar 15-20 minuttir at anda. Tað, sum vit ofta síggja og hoyra, er, tá ið ein hvalur andar út.

Onkrir hvalir blása hart, serliga táknahvalir. Til samanberingar er blástrið hjá grindahvalinum ikki líka ógvusligt. Teir hava eitt blástur (táknahvalir hava tvey), sum situr á kúluni.

blastur© Wildscope

Lúringarlop

Onkuntíð síggja vit grindahvalir venda sær loddrætt og stinga høvdið undan vatnskorpuni. Hetta nevnist lúringarlop (spyhopping). Hetta ger hvalurin fyri at síggja betri tað, sum fyriferst uppi yvir vatnskorpuni. Um teir hava varhugan av, at vandi er á ferð, ella um teir bara eru forvitnir, brúka teir sveivið at halda sær sjálvum loddrøttum uppi, ofta í fleiri minuttir í senn.

Um tú sært ein grindahval hoppa á henda hátt, liggur sera væl fyri at fáa eyga á andlitið og ovara partin av kroppinum við akkerskapta búkblettinum og tveimum bøkslum.

luring
© Jochen Zaeschmar/Ecocruz

Brestur

Við sveivinum kunnu grindahvalir gera hvøllar brestir niður á vatnskorpuna, so tað spruttar í allar ættir. Hetta kann merkja, at hvalurin sendir tekin til aðrar hvalir undir vatnskorpuni, ella at hann vil vísa avbjóðandi atferð yvirfyri øðrum hvalabólkum. Eisini kunnu grindahvalir bresta í berum stuttleika.

brestur© Fredrik Broms

Brýtur

Grindahvalur brýtur (breaching) onkuntíð. Tað vil siga, at hann ger eitt lop upp um vatnskorpuna og letur seg detta flatan niður í sjógvin. Vit vita ikki við vissu, hví hvalir og delfinir bróta á henda hátt, men teir síggja út til at stuttleika sær.

Hinvegin kann hetta fyri grindahvalin eisini vera ein ávaring til hinar hvalirnar í bólkinum um, at vandi er á ferð, eitt tekin um yvirræði í sambandi við making, ella ein háttur at sleppa av við matrestir, til dømis trevsu av høgguslokki. Sama hvør orsøkin er, er tað ein stór uppliving at síggja hval bróta.

© Baldur Thorvaldssson

Ríða á aldunum

Grindahvalir eru frálíkir surfarar og dáma væl at svimja í kjalarvørrinum á báti og á henda hátt fáa heilt nógva ferð. Onkuntíð bróta teir undan vatnskorpuni og gera kynstur ella arga fólk umborð á bátinum við at sprutta upp í bátin. Grindahvalir eru tó róligir og reypa ikki líka nógv sum til dømis springarar, men teir eru ikki minni forvitnir og spælisjúkir.

ÚTSJÓND

Um tú hevur sæð grindahval við egnum eygum, hevur tú óivað lagt til merkis, at teir eru rættiliga stórir og tungir. Teir eru nakrir av teimum størstu í delfinættini, næststørstir eftir bóghvítuhval. Lívfrøðiliga er grindahvalurin ikki ein hvalur, men ein delfinur. Hetta kanst tú lesa meira um her.

utsjond
© Jón Baldur Hlíðberg/Fauna.is

Grindahvalir eru svartir á liti við farra av gráum og brúnum. Teir hava ein ljósari gráan, akkerformaðan blett á búkinum og bringuni, sum røkkur niður til kynsgøgnini. Aftanfyri hornið hava teir ein gráan saðilblett, og nakrir hvalir hava eina skákstriku aftanfyri eyguni.

Kroppurin er stórur og treystur, høvdið eitur kúla og er størst og runt, og sveivið er langt. Kalldýrið er vanliga størri enn kvenndýrið. Hann kann blíva upp til 6,7 metrar langur og viga upp í 2,3 tons. Kvenndýrið kann blíva upp til 5,7 metrar lang og viga upp til 1,3 tons. Kalldýrið hevur størri og tjúkkri horn og størri og meira kúlulíknandi høvd.

Hornið á grindahvali situr aftarlaga á rygginum. Tað er tjúkt og bugar vanliga aftureftir. Grindahvalur hevur lutfalsliga stórt horn, sum lættliga kennist aftur á sjónum. Bøkslini eru long, kløn og spísk.

Hvørt kjálkabein hevur 8-13 pør av spískum og hvøssum tonnum, sum hvalurin brúkar at fanga og halda fast í fongi.

Nýføddur grindahvalur er 1,6 til 2 metrar langur og vigar umleið 100 kg.

Tað finnast tvey ymisk sløg av grindahvali: Globicephala melas, sum livir í tempraðum og subarktiskum sjógvi, og Globicephala macrorhynchus, sum livir í heitum, tempraðum og tropiskum sjógvi. Fyrstnevndi, sum vit hava í Føroyum, hevur longri bøksl, og verður tí nevndur lang bøkslaður grindahvalur, meðan hin verður nevndur stutt bøkslaður grindahvalur. Tað skal tó nevnast, at á sjónum er tað næstan ómøguligt at kenna sløgini at.

LÍVSSØGA

Ein nýggjur grindahvalur verður til. Aftaná 12-16 fjálgar mánaðar í lívmóðrini fer hvølpurin úr tryggleikanum og út í stóra havið.

Eins og menniskju leggja grindahvalir ein hvølp í senn, men tvíburðar eru ikki heilt óvanligir. Tað ganga umleið trý til fimm ár millum hvørja ferð grindakvenndýrið leggur. Á norðaru hálvkúlu koma nýggir hvølpar oftast um várið og um summarið.

Mamma og hvølpur eru ikki einsamøll, hóast pápin ikki luttekur í uppalingini av unga hvalinum. Grindahvalir liva í bólkum uppá nakrar fáar hvalir upp í nógvar hundrað, onkuntíð upp í túsund hvalir, og mamman verður stuðlað av øðrum hvalum í bólkinum.

Hvølpurin fær mjólk og verður fjálgaður um, inntil hann er yvir tvey ár. Mamman gevur mjólk við at spræna mjólk úr mjólkakertlunum í kjaftin á hvølpinum. Tveir kertlar eru at finna nær kynsgøgnunum, har hvølpurin eisini byrjaði sítt lív við sveivinum fyrst úti. Mjólkin er so feit og tjúkk, at hon ikki blandast lætt við salta sjógvin. Mjólkin er fýra ferðir feitari enn móðurmjólk hjá menniskjum.

Bandið millum mammu og hvølp er sera sterkt, og hvølpurin heldur seg til mammuna í fleiri ár. Serliga er bandið millum mammu og son sterkt. Synir eru ofta saman við sínum upprunaliga bólki alt lívið, uttan tá ið teir fara frá bólkinum fyribils at makast.

livssoga© Rory T. B. Moore

Kalldýrini blóma seint og eru kynsliga búnir um 12 ára aldur. Kvenndýrini eru hinvegin bara 7 ár, tá ið tey eru kynsliga búgvin og klár at makast. Grindahvalir halda seg ikki til sama maka í meir enn nakrar mánaðir í senn.

Kvenndýrið kann liva upp til umleið 60 ár, meðan kalldýrið livir í umleið 35-45 ár.

UTTAN MØRK

Grindahvalir kunnu vera í føroyskum sjógvi alt árið. Teimum dáma ta vernd, sum oyggjarnar geva. Veturin kann vera harður úti á víðum havi, og um várið og um summarið, tá ið hvølparnir verða lagdir, er serliga umráðandi at finna sær skjól.

Men grindahvalir hoyra ikki til nakað ávíst land. Teir eru eitt ferðandi djóraslag, sum sjáldan verður verðandi í sama stað alt árið. Hvalir, sum vitja Føroyar, brúka nógva tíð í djúpum sjógvi beint uttanfyri landgrunnin. Teimum dáma væl høgguslokk, og tað er ivaleyst orsøkin til, at teir áhaldandi ferðast úr einum stað í annað.

Lang bøkslaður grindahvalur, sum er tað slagi av grindahvali, vit síggja í Føroyum, livir í tempraðum og subarktiskum sjógvi, meðan næstringar teirra, teir stutt bøkslaðu, liva í heitum tempraðum og tropiskum sjógvi. Bæði sløgini eru oftast at finna á opnum havi, men nærkast eisini ofta strandaøkjum.

Summastaðni finnast støðubólkar av grindahvali. Til dømis lang bøkslaður grindahvalur nærindis Tenerife, Azorunum og Hawaii, og stutt bøkslaður grindahvalur við Gibraltar og í Vesturmiðalhavi. Grindahvalir høvdu møguliga eisini blivið støðugir í Føroyum, um teir ikki vórðu veiddir.

Tað ber serliga væl til at síggja lang bøkslaðan grindahval í Miðalhavinum, við Nova Scotia í Kanada, og í Írlandi, Hetlandi, Noregi og Íslandi.

Stutt bøkslaður grindahvalur sæst ofta í Karibiska havinum, Meksikoflógvanum og við oyggjarnar í Vesturafrika.

mork2

mork1
© WDC

STOVNURIN

Talið á grindahvali er óvist, og hann verður á IUCN Red List lýstur sum Data Deficient (væntandi upplýsingar) viðvíkjandi støddini av stovninum.

Seinastu tølini á lang bøkslaðum grindahvalum eru frá kanningum í 1987 og 1989. Tá varð mett, at umleið 750.000 grindahvalir eru í mið- og landnyrðings Norðuratlantshavi. Nógv er hent síðani 80’ini, og tí er helst stórur tørvur á dagførdum upplýsingum um talið á grindahvalum.

Seinastu tølini á stutt bøkslaðum grindahvali benda á, at hetta hvalaslag finst í stórum tali í ávísum økjum og verður eisini mett at hava ment seg í Eysturkyrrahavi gjøgnum 90’ini. Men eisini her er tað óvist, hvussu nógvir hvalir finnast í heiminum tilsamans.

At telja hval er ikki nøkur løtt uppgáva, tí teir brúka so nógva tíð undir vatni. Granskarar gera metingar við eygleiðingarkanningum, har hvør eygleiðing verður skrásett og har mett verður um fjarstøðuna millum hval og skip. Ein granskari kann síðani brúka støddfrøði at meta um talið á hvalum í einum ávísum øki.

Marna OlsenGrindahvalurin