HAVIÐ ER HÓTT

Tað, tú ikki veitst, hevur tú ikki ilt av. Nógv okkara vita lítið um, hvat ið fyriferst á teim stóru heimshøvunum, og tað er lættast at látast sum einki. Men umhvørvið, djórini og menniskjuni líða undir fylgjunum av okkara óumhugsaðu framferð.

OVFISKING

Ein tann stórsta hóttanin móti heimshøvunum og tess íbúgvum hevur at gera við okkara matframleiðsluskipan. Við øðrum orðum, hvaðani maturin, vit eta, stavar frá, og hvussu hann endar á borðinum hjá okkum.

Fyri at fáa fisk á borðið skal hann fiskast úr sjónum so ella so. Tað er eyðsýnt, men tað er ikki so eyðsýnt, hvussu stór oyðilegging stendst av hesum. Við hópin av ídnaðarfiskihættum og eini ómettiligari trongd eftir meira, og so uppaftur meira, tøma vit meginhøvini. Vit drepa alt lív í teimum. Taka burtur sjálva kjarnuna í tí, sum ger meginhøvini so undranarsama vøkur, so  hugtakandi og gátufør, so margfeld og litføgur sum einki annað í verðini.

Vit ovfiska rætt og slætt. Vit taka meira, enn havið er ført fyri at lata. Hetta er ikki burðardygt, men oyðileggjandi og hóttir nógv djórasløg við avoyðing. Í veruleikanum eru allir teir stóru rovfiskastovnarnir minkaðir við 90 prosentum, eitt nú tunfiskur, toskur, kalvi, hávur og svørðfiskur, og 85 prosent av øllum heimsins fiskiskapi er trongdur til ytsta mark. Hóast summi lond hava betrað sínar fiskiveiðuhættir, og summi fiskasløg eru við at koma fyri seg aftur, sær heildarmyndin svørt út.

Losing Nemo er ein hugfloygdur teknistuttfilmur, sum sigur søguna um, hvussu ídnaðarfiskiskapur ávirkar heimshøvini. Hygg at honum, so fært tú eina góða mynd av tí.

© Losing Nemo hjá The Black Fish

OYÐILEGGJANDI FISKIVEIÐUHÆTTIR

Nógvir víðfevnandi, vinnuligir fiskiveiðuhættir eru skaðiligir fyri nógv meira – og nógv fleiri – enn bara fiskin, sum roynt verður eftir.

Fiskur í milliardatali pínist líðandi til deyðis í fiskiídnaðinum hvørt ár. Nógvur fiskur bløðir til deyðis, tí hann er krøktur við djúpvatnshúkum, og nógvur fiskur verður kroystur ella særdur av trolunum. Fiskurin, sum enn er á lívi, tá ið hann kemur uppundan, verður antin kruvdur og bløðir til deyðis, ella kvalist hann líðandi. Tað, sum meira er, er tað stóra talið á óynsktum fiski og øðrum havdjórum, sum koma í trolið og verða blakað aftur á sjógv sum burturkast.

Vinnuligir fiskiveiðuhættir umfata fiskarí við rekagørnum, gørnum, snurpinót, troli, djúpvatnslínu og øðrum.

oydileggjandi© Ingi Sørensen

Gørn og rekagørn virka sum høgir netveggir, og fiskurin verður fangaður í meskunum eftir táknunum ella øðrum kropsliðum. Gørnini kunnu verða upp í fleiri kilometrar til longdar. Summi gørn reka á sjónum í dagavís, og hetta merkir, at súgdjór, sum skulu upp at anda, men eru fangað av misgáum, drukna.

Ein snurpinót er ein netveggur, sum slær ring um fiskatorvuna og verður latin aftur í botninum til at forða fiskinum í at sleppa burturaftur. Tað sigur seg sjálvt, at nógv óætlað sløg verða fangað í nótini eisini.

Trolveiða er soleiðis skipað, at ein ella tveir trolarar draga eitt stórt trol gjøgnum sjógvin. Eitt trol kann taka upp í 7.000 tons av fiski. Trolopið kann vera upp í 23.000 fermetrar.

Ein djúpvatnslína er útgjørd við hundraðtúsundtals húkum og kann vera upp í 100 kilometrar long. Tað er fjarstøðan millum jørðina og rúmdina!

Troling eftir havbotninum er ein tann skaðiligasti veiðuhátturin. Hetta verður vanliga brúkt í rækjuveiðu og eisini, tá ið farið verður eftir øðrum fiskasløgum, sum halda til á ella nær við havsins botn. Ein trolari dregur eitt risastórt og tungt trol eftir havbotninum, oyðileggur koralrivini og avoyðir meginpartin av livandi verum í økinum. Nøgdin av hjáveiðu verður sera stór, viðhvørt upp í 90 prosent av samlaðu veiðini. Tað meira er, at trolini syndra stórar bunkar av botnfalli, sum kunnu vera dálkaðir og kunnu gera tað óliviligt í sjónum. Tað ber til at síggja ávirkanina av hesum líka frá rúmdini av.

Aðrir serliga oyðileggjandi veiðihættir umfata veiðu við blásýrusalti (cyanid), veiðu við dynamitti og muroami fiskarí, har koralriv verða knúst fyri at skelka fiskarnar burturúr. Allir hesir hættir volda náttúruumhvørvinum og lívinum í havinum ógvusligan skaða.

HJÁVEIÐA

Fiskiídnaðurin er tað virksemi menniskjans, sum týnir flestan hval, delfin og nísu. Meira enn 300.000 hvalir um árið verða dripnir sum hjáveiða. Tað er næstan 1.000 um dagin.

Hvat er so hjáveiða?

Hjáveiða er ótilætlað veiða, meðan fiskað verður. Um roynt verður eftir toski, og ein delfinur kemur í trolið, tá er delfinurin hjáveiða. Hvat hendir við hjáveiðu? Størsti parturin verður tveittur í havið aftur – deyður ella doyggjandi.

Hvalur er so langt frá tað einasta slagið, sum ótilætlað verður veitt í trolum og nótum. Tað er so, at flestu sløg av havsúgdjórum eru vorðin veidd í onkrum fiskireiðskapi onkuntíð. Tey árligu tølini siga 100 milliónir hávar, 300.000 sjófuglar og 250.000 skjaldbøkur. Tað er eisini mett, at í minsta lagi 40 prosent av ØLLUM veiddum fiski í heiminum er hjáveiða!

© Bijvangst hjá The Black Fish

DÁLKING

Menniskju volda íbúgvunum í havinum stórar trupulleikar við at dálka heim teirra við skaðakyktaeitri (pestisidum), loktýnarum (herbisidum), kemiskum kunsttøðum, vaskievnum, olju, frárensluvatni, plastikki og øðrum burturkasti.

Dálkandi kemisk evni kann ferðast víða um við vindi og sjógvi. Landaøki á Norðurpólinum eru dálkað av evnavørum, sum stava frá keldum, sum liggja fleiri túsund kilometrar burturi. Henda dálking týnir lív og hevur við sær burðarskaðar, minkandi nøringarførleika, ólag áhormonskipanina, veika immunverju, krabbamein og aðrar sjúkur og sjálvsagt styttan livialdur.

Seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni (persistent organic pollutants; POPs) er felagsheiti fyri dálkandi kemisk evni, sum illa kunnu niðurbrótast kemiskt og lívfrøðiliga. Hesi evni vera verðandi í umhvørvinum, summi í áratíggir, onnur í øldir, og rúgvast upp í livandi verum og í føðiketuni. Dømi um dálkingarevni er tað andstyggiliga skordýraeitri DDT, PCB, ið verður brúkt sum kølievni og í flótandi bjálving, PBDE, sum er í flestu plastúrdráttum, og dioxinir, sum er hjáframleiðsla í nógvum ymiskum ídnaði og í brenniovnum.

Hóast nógv lond hava sett bann móti fleiri av hesum evnum fyri langari tíð síðani, vera ymisk eiturevni brúkt enn bæði lógliga og ólógliga – og nýggj leggjast afturat. Av tí at hvalar eru ovast í føðiketuni og hava lítlan førleika til aveitran, hava teir serstakliga stórar nøgdir av eiturevnum í sær. Harafturat fara eiturevni úr móðirhvalinum til hvølpin, meðan hvalurin er kviðin og alla ta tíðina, hvølpurin sýgur mammu sína.

Ein annar trupulleiki er dálkingin við tungmetallum. Tungmetal sum kyksilvur, kadmium og blýggj eru hættislig bæði fyri umhvørvið, djór og menniskju. Hesi dálkandi tungmetal stava frá steinrunnum brennievnum, námídnaði, metalframleiðslu og ídnaðarburturkasti.

Oljudálking er ein ovurstór hóttan móti havsins djórum og bústøðum teirra. Olja eitrar flest allar livandi verur, um tær svølgja olju, anda oljuroyk í seg ella fáa hana á seg. Nógv djór, sum eru fyri oljudálking, doyggja av eitran fyrr ella seinni. Fuglar og loðskinnsdjór missa førleikan at halda seg heit og gerast tí serliga viðkvom. Kjøtetandi djór eru í vanda fyri at fáa skaða á innvølirnar,  um tey eta oljudálkaðan fong. Viðhvørt tekur tað nógv ár at reinsa upp eftir oljudálking og uppaftur fleiri ár, áðrenn djórini eru púra frísk aftur.

dalking© Ingi Sørensen

BURTURKAST Í SJÓNUM

© Plastic Soup Foundation

Plastikk er allastaðni. Í sjónum, á landi, í smyrsli, í kúm, ja, sjálvt í hunangi. 10 prosent av øllum burturkasti, sum verður framleitt globalt, er úr plastikki. Tá ið plastikk ikki verður burturbeint á rættan hátt, endar tað í umhvørvinum og verður niðurbrotið til mikroplastikk. Tað kann taka ævir at bróta plastikk niður – serliga tá ið tað verður tyrvt ella er endað á havsins botni, har einki sólarljós sleppur framat.

Vit framleiða meira enn 250 milliónir tons av plastikki um árið, og okkurt um helvtin av tí verður nýtt eina ferð og síðan blakað burtur. Hugsi eitt nú um plastikkposar, plastikkfløskur og pakkitilfar. Ídnaðurin, býir og fólk blaka burtur teirra rusk, og nógv av tí endar í havinum, har tað flýtir við streyminum og rúgvast upp í teir fimm størstu meldrarnar. Í meðal 12.000 tons av plastikki verða koyrd á sjógv um dagin.

Fyri djór er nøgdin av burturkasti skaðilig. Mett verður, at 100.000 havsúgdjór og í minsta lagi

1 millión sjófuglar um árið verða dripin av burturkasti í sjónum. Ofta verða tey vavd inn í ruskið, og ofta halda tey tað vera føði. Nógvur hvalur og delfinur verður funnin deyður, strandaður ella í neyð, tí hann hevur svølgt burturkast.

Eitt serligt vandamál viðvíkjandi burturkasti er ‘ghost fishing’ –  tá ið fiskireiðskapur, sum er mistur ella vrakaður, heldur fram at fiska. Tær flestu nótir og línur eru gjørdar úr syntetiskum tilfari so sum nylon. Nylon er gjørt úr plastikki, og plastikk verður niðurbrotið øðiliga seint í náttúruni. Fyrr í tíðini nýttu tey hamp ella bummull. Í fiskiskapi á djúpum vatni í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum eru kanska 25.000 nótir mistar ella vrakaðar um árið. Nylonnótir kunnu halda fram við at fiska í fleiri hundrað ár og týna havdjór í túsundatali.

LJÓÐDÁLKING

Tey flestu av okkum hvørki síggja ella hoyra tað, sum gongur fyri seg í tí ómetaliga stóra havinum. Men havdjór líða. Hvalur líður.

Í nógvum havøkjum er nøgdin av mannaskaptum óljóðum tvífaldað í hvørjum tíggjuáraskeiði tey seinastu 60 árini. Størri skipaferðsla, hávirkin hernaðarlig ekkolodd og seismiskar útgerð, sum verður nýtt, tá leita verður eftir olju og gassi, alt hetta er ein lívshóttan ímóti lívinum í havinum. Serliga hvalur er hóttur.

Ljóð hevur ovurstóran týdning fyri hval og delfini. Tað er ein treyt fyri, at teir navigera í sjónum, finna fram til fong og fáa fatur á makum. Øll hesi mannaskaptu óljóðini í sjónum kennast hjá hvali sum ein akustiskur ‘mjørki’, sum fær teir at renna saman við skip, og sum fær heilar bólkar at gera landgongd.

Haraftrat eru nøkur av ljóðunum frá ekkoloddum og seismiskari útgerð so hørð, at tey elva til hoyrnarskaða, innvortis skaða og sjúku av trýstminkan. Nógvur hvalur og delfinur doyr og søkkur til botns, uttan at vit vita tað. Tað, at hvalur ger landgongd, er bert toppurin á ísfjallinum.

Hyggi at hesum sjónbandi, so fáa tit eina betri mynd av, hvussu hvalur verður ávirkaður av ljóðdálking.

© Underwater Noise – The Overlooked Catastrophe hjá OceanCare

Marna OlsenHavið er hótt