HVALALÍV

Hvussu er tað at liva í sjónum?

EITT SOSIALT HARKALIÐ

Fyri grindahvalir hevur samveran við aðrar grindahvalir avgerandi týdning. Hesir sosialu skapningar mugu líta á bæði samarbeiði, verju og røkt frá øðrum hvalum í bólkinum. Ofta vera teir eisini sæddir saman við øðrum hvalasløgum, eitt nú hvessingi. Eisini hava teir lyndi til at forvitnast, tá ið menniskju eru nærindis.

Ein grindastovnur er eitt væl skipað kervi við eini greiðari stigskipan. Kervið kann innihalda fleiri bólkar við nógvum ymiskum familjum. Ein hvalabólkur kann hava fáar hvalir, men hevur ofta eisini fleiri hundrað og onkuntíð yvir túsund hvalir.

Grindahvalir skipa seg soleiðis, at limirnir í bólkinum eru ættaðir frá mammunum og ikki pápunum í bólkinum (matrilineal). Ein bólkur er tí oftast samansettur av kvenndýrum í ætt við hvørja aðra og teirra avkomi.

Sterk bond eru millum mammu og hvølp, men serliga er bandið millum mammu og son sterkt. Synir eru ofta saman við sínum upprunaliga bólki alt lívið, uttan tá ið teir fara frá bólkinum fyribils at makast. Bólkar, samansettir bara av kalldýrum, verða onkuntíð eygleiddir, men hildið verður at talan er um fyribils bólkar, sum syndrast eftir stutta tíð.

Sosiala náttúran hjá grindahvalum er oftast ein styrki, men kann eisini vera ein veikleiki, eitt nú tá ið teir sjálvir gera landgongd í stórum tali, ella tá ið teir vera veiddir.

Sí filmin í fullari stødd © Aquawork

EIN HEIMUR AV LJÓÐI

Í einum undirsjóvarheimi, har umhvørvið ofta er gruggut og myrkt, mugu grindahvalir líta á aðrar sansir enn sjónina fyri at yvirliva.

Ljóð er sera týdningarmikið hjá grindahvalum, eins og hjá øðrum hvalum. Grindahvalurin brúkar ekkolokasjón at navigera og at kanna umhvørvið. Ekkolokasjón verður eisini nevnt biosonar og er eitt neyðugt amboð í veiðuni eftir høgguslokki og fiski.

Hvalirnir senda klikkjandi ljóð út, sum raka lutirnar rundan um og koma síðani aftur til hvalin. Hvalirnir brúka síðani hesi afturljóð at finna útav, hvat ein ávísur lutur kann vera. Hvalir hava ikki oyru eins og menniskju, men ’hoyra’ ella taka ímóti ljóði í kjálkabeinunum.

Afturat ekkolokasjón, hava grindahvalir eitt fjøltáttað mál, sum vit menniskju vita sera lítið um. Teir gera nógv ymisk sløg av ljóði, sum eru sera torfør hjá granskarum at greina og tulka.

Tíverri er menniskjaskapt undirsjóvar ljóðdálking ein stórur trupulleiki og ein álvarslig hóttan móti grindahvali og øðrum hvalum.

Hoyr grindahvalin:

© Elizabeth Zwamborn og Hal Whitehead / Dalhousie University

ANDADRÁTTUR

andadrattur© Jochen Zaeschmar / Ecocruz

Eins og øll onnur súgdjór hava hvalir og delfinir lungu og mugu tí koma upp til vatnskorpuna at anda. Men hvalir kunnu ikki anda gjøgnum munnin eins og hini súgdjórini, og hava heldur ikki nasagluggar. Í staðin anda teir gjøgnum eitt blástur, sum situr uppi á kúluni. Andingarpípan (trachea) og vælindi (esophagus) eru púra atskild. Hetta gevur meining, tí teir mugu halda andanum, meðan teir svølgja mat undir vatni, soleiðis at vatn ikki kemur í lunguni. Tað ger tað eisini lættari hjá teimum at anda uppi við vatnskorpuna.

Hvør andadráttur er ein tilvitað gerð hjá einum hvali. Vit hava hoyrt um delfinir, sum hava tikið lívið av sær sjálvum í fangilsi bara við at gevast at anda. Harafturat kunnu hvalir og delfinir anda í takt fyri at styrkja um samanhaldið í bólkinum.

Fyri ein grindahval tekur tað eitt ella tvey sekund at anda inn. Tá ið hann andar út, sprænir vatn ofta upp í loft, og tí verður útandingin nevnd blástur. Tað er tó ikki sum í teknifilmi, har hvalir súgva vatnið inn gjøgnum kjaftin. Bara luft kemur út úr blástrinum og møguliga eitt sindur av slími, og tað vatnið, sum sprænir upp í loft, er bara vatn sum hevur savnað seg við blástrið, tá ið hvalurin kemur upp at anda út.

Meðan menniskju kunnu halda ondini undir vatni í nakrar minuttir (heimsmetið er 22 minuttir, wow!), kann grindahvalurin halda ondini í meira enn ein tíma (enn meira wow!). Tað er ikki soleiðis, at hvalirnir hava nógv størri lungu, men at teir taka upp ilt meira effektivt. Ein grindahvalur brúkar upp til 90 prosent av luftini í lungunum, samanborið við 15 prosent hjá menniskjum. Svarið liggur í blóðinum! Eitt annað er, at hvalurin tekur fleiri andadráttir, áðrenn hann kavar.

VIÐ OPNUM EYGA

Hevur tú nakrantíð hugsa um, hvussu hvalir og delfinir sova? Teir mugu anda, og tí kunnu teir sjálvandi ikki sova undir vatni, í øllum førum ikki serliga leingi.

Tað, teir gera, er at sova hálvt. Bókstaviliga. Tað verður nevnt unihemisferiskur svøvnur. Helvtin av heilanum svevur, meðan hin helvtin er vakin. Soleiðis kunnu teir eisini altíð hava eitt eyga opið. Ekkolokasjónin er eisini virkin, meðan teir sova, og tí kunnu teir altíð vera á varðhaldi og halda eyga við umhvørvinum.

Havsúgdjór, tað vil siga hvalir, kópar og sjókýr, sova øll á henda hátt, soleiðis at tey kunnu koma upp til vatnskorpuna at anda. Nógvir fuglar sova eisini hálvt fyri at kunna halda eyga við møguligum ránsdjórum. REM (Rapid Eye Movement) svøvnur kann ikki eygleiðast hjá teimum djórum, sum sova hemisferiskt.

Grindahvalir eru mest aktivir um náttina, tá ið teir veiða høgguslokk og fisk. Tí er vanligt at síggja teir ferðast róliga ella flóta við vatnskorpuna um dagin (á enskum nevnt ‘logging’). Grindahvalir sova vanliga 5-10 tímar hvønn dag.

Tá ið ein hvølpur er lagdur, kunnu bæði mamman og hvølpurin vera svøvn fyriuttan í nakrar av fyrstu mánaðunum. Ungin er viðbrekin yvirfyri ránsdjórum sum hávum, og tí er mamman áhaldandi á varðhaldi. Hvølpurin má eisini hava hjálp frá mammuni at koma upp til vatnskorpuna at anda fyrstu tíðina.

opnumeyga© Gigantes Azul / Aquawork

DÁMAR HØGGUSLOKK

Høgguslokkur er yndisføðin hjá grindahvali. Men teir eta eisini nógvan fisk, eitt nú makrel, laks, sild, lýsing, tosk, flatfisk og tey minnu hávasløgini. Onkuntíð eta teir eisini rækjur. Ein grindahvalur etur umleið 30 kilo av mati hvønn dag.

Grindahvalur við Føroyar etur mest høgguslokk av sløgunum Todarodes sagittatus og Gonatus. Men matvanarnir eru skiftandi, og fiskur sum svartkjaftur og silvurklárur eru eisini vanligar máltíðir.

Hóast grindahvalurin við fyrsta eygnakasti kann tykjast kræsin, tí hann heldur seg til yndisføðina, so vísa kanningar, at teir eru opportunistiskir átarar, sum eta tað, teir fáa fatur á. Teir eta tað slagið av lindýri (m.a. høgguslokk), sum er mest til av í einum ávísum øki. Mongdin og ferðingin hjá fonginum hevur stóra ávirkan á mongdina og ferðingina hjá hvalunum.

GEPARDAR Í DÝPUNUM

Grindahvalir eru djúpvatns-ránsdjór. Eins og gepardar veiða teir við høgum váða, har nógv verður satsað, men eisini nógv er at vinna, um jagstranin eydnast. Javnvágin má finnast millum ilt við vatnskorpuna og føðina, sum ofta er at finna fleiri hundrað metrar undir vatnskorpuni.

Fyrst kavar hvalurin niður á 500 metrar. Tá ið fongurin er valdur út, byrjar ein skjóttgangandi jagstran, og hvalurin kavar so umleið 500 metrar afturat við 9 metrum um sekundi (32 km/t). Tað er væl skjótari enn nakað annað djúpvatnssúgdjór. Teir kunnu halda hendan spurtin koyrandi í 200 metrar um neyðugt.

Hesin veiðiháttur er óvanligur millum hvalir sum heild. Flestu djúpvatnshvalir svimja við 1-2 metrum um sekundi, so teir kunnu halda ondini í langa tíð. Døglingur er til dømis umleið líka stórur og er eisini eitt djúpvatns-ránsdjór, men hann kann kava næstan 2 kilometrar og halda ondini í upp til 85 minuttir, hetta er longri og djúpri enn hjá nøkrum øðrum djóri, sum andar.Til samanberingar kavar grindahvalurin í 15-21 minuttir í senn.

Hetta er kanska ein frágreiðing uppá, hví døglingur sjáldan verður eygleiddur av menniskjum, og hví grindahvalir eru kendir fyri at vera róligir, atkomandi og fyri ikki at órógvast av bátaljóði. Teir hava brúk fyri hvíld!

gepardar© Andrew Sutton / eco2

Marna OlsenHvalalív