HVALUR

Havsins risar. Súgdjór sum anda, og sum halda til í sjónum alla tíðina. Tey geva frá sær eitt fjølbroytt úrval av ljóðum og songum. Gátur fyri granskarar. Hvalur (cetaceans) er felagsheitið fyri hval, delfini og nísu, og tey eru ein hugtakandi hópur. Vit kalla ta vísindaligu skipanina, har tey øll hoyra heima, fyri Cetacea. Til eru tilsamans okkurt um 87 sløg, sum eru býtt sundur í 14 ættir og tveir undirhópar: tannhvalur (Odontoceti) og táknahvalur (Mysticeti).

IKKI FISKUR

Fiskur framleiðir egg, viðhvørt í túsundatali hvørja ferð, men eingi sterk bond verða skapt ímillum móðir og barn. Hvalur er hinvegin súgdjór og føðir vanliga ein kálv. Viðgongutíðin er fleiri mánar. Bondini millum móðir og barn eru sera sterk, eins og tey eru hjá menniskjum.

Fiskur andar ilt við táknunum og kvalist, um hann er ov leingi uppi á turrum. Hvalur hevur lungu sum menniskju og má undan kavi at anda, ella druknar hann.

Fiskur hevur kalt blóð, meðan hvalur hevur heitt blóð. Hvalur heldur seg heitan, tí hann hevur nógva fiti í kroppinum og eitt tjúkt lag av spiki.

Fiskur hevur lodrættan stert, sum sveiggjar frá síðu til síðu, tá ið hann svimur. Hvalur hevur vatnrætta sveiv, sum sveiggjar upp og niður. Teir hava eisini bein í bøkslum, horni og sveiv, sum líkjast limunum hjá djórum, sum liva á landi. Tað er tí, at teir einaferð vóru landdjór.

ikkifiskur© WDC

GRINDAHVALUR  ER  DELFINUR

Grindahvalur er delfinur og ikki hvalur. Men delfinur er jú eisini hvalur… Fløkjasligt, ikki so? Lat okkum kanna hetta meira.

Grindahvalur er tannhvalur, sum hoyrir heima í Delphinidae-ættini og er tann næststørsti sjóvardelfinurin. Bóghvítuhvalurin er tann størsti.

Her er tann vísindaliga flokkingin av grindahvalinum:
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Undirfylki: Vertebrata
Yvirflokkur: Gnathostomata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Cetacea
Undirhópur: Odontoceti
Ætt: Delphinidae
Slekt: Globicephala

Hetta merkir í grundini, at grindahvalur fyrst og fremst er djór (Animalia). Teir eru djór við ávísum likamligum eykennum, til dømis mønu (Chordata), ryggi (Vertebrata) og kjálkabeinum (Gnathostomata). Mótvegis fiski er grindahvalur súgdjór (Mammalia). Teir eru havsúgdjór (Cetacea), hava tenn (Odontoceti) og hoyra heima í delfinættini (Delphinidae).

Slagið eitur Globicephala. Navnið stavar frá latínska orðinum globus, sum merkir rund kúla ella knøttur, og grikska orðinum kephale, sum merkir høvd. Tað eru tvey sløg av Globicephala:

1) Lang bøkslaður grindahvalur eitur Globicephala Melas. Melas er tað grikska orðið fyri svart.

2) Stutt bøkslaður grindahvalur eitur Globicephala Macrorhynchus. Macrorhynchus stavar frá grikska orðinum macro, sum merkir at vaksa ella økja um og rhynchus, sum merkir trantur ella nev.

Tann fyrsti, sum í vísindaligum høpi rakti við og skipaði grindahvalin við Orknoyggjarnar, Shetland og Føroyar í 1809, var skotski læknin Thomas Stewart Traill. Hann kallaði hvalin Delphinus Melas. Heitið varð seinni broytt til Globicephala Melas.

Ta enska heitið ‘pilot whale’ kemur av tí, at vit hugsa okkum, at hvør grind hevur ein leiðara ella ‘leiðvísara’, sum leiðir bólkin. Tað er ikki langt burtur frá sannleikanum, tá ið tú hevur í huga, hvussu grind viðhvørt ger landgongd ella verður rikin í grindarakstri.

delfinir

© Andrew Sutton / eco2

TANNHVALIR

Av hvalasløgunum er tann stóri meirilutin tannhvalir (Odontoceti), her ímillum grindahvalurin. Teir hava tenn, ikki at tyggja við, men til at fanga og skræða fongin sundur við – tá ið teir ikki svølgja hann heilan. Teir eta fisk, høgguslokk og viðhvørt eisini onnur havsúgdjór. Summir hvalir, sum avgusturin, brúka tennirnar lítið til at eta við, men meira til ágang og at vísa sítt yvirræði við.

Tað er ógreitt, akkurát hvussu nógv ymisk sløg av tannhvali finnast, og enn verða nýggj sløg funnin. Men á leið 73 sløg eru alt í alt.

Í Odontoceti undirskipanini eru fýra ymisk hvalasløg: náhvalir og hvítfiskur (Monodontidae), avgustar (Physeteridae), dvørga og pygmy avgustar (Kogiidae) og nevhvalir (Ziphiidae) – eins væl og allir delfinir (Delphinidae), áardelfinir (Platanistoidea) og nýsir (Phocoenidae).

Áardelfinir liva í vatni í áum, undantikið La Plata delfinin, sum livir í sjógvi. Øll fimm sløgini av áardelfinum eru í vanda fyri at verða avoydd orsakað av ovfisking og dálking. Sætta slagið, Yangtze áardelfinin, er nýliga avoydd.

Nýsir líkjast smáum delfinum, men eru kortini heilt øðrvísi uppá summar mátar. Hetta eru smæðin djór, sum ferðast í smáum flokkum. Tenninar eru flatar og spakaformaðar og ikki keyluformaðar sum delfintenn. Nýsir eru vanliga minni og tjúkkri, og hornið er meira trýkantað afturímóti delfinhorninum, sum er bogið. Tað finnast sløg av bæði delfinum og nýsum, sum eingi horn hava. Tað er ein merkisverd sjón!

tannhvalir© Lucy Molleson / WDC

TÁKNAHVALIR

Táknahvalur (Mysticeti) verður eisini nevndur stórhvalur. Hann telist millum heimsins stórstu djór. Hann livir í einsemi og ferðast fleiri túsund kilometrar um árið. Blástrið hjá teimum er  sermerkt. Meðan tannhvalir hava eitt blástur, hava táknahvalir tvey! Hetta ger, at blásturin frá teimum verður V-formaður.

© WDC

Heldur enn tenn hava hesir hvalir táknir, sum síla føðina hjá teimum. Føðin er æti í hópatali, krabbadjór og smáfiskur. Tann stórsti hvalurin, bláhvalurin, etur 4 tons av krilli hvønn dag. Nú høvdu vit hildið, at tann ovurstóra minkingin í hvalatalinum orsakað av hvalaveiðu hevði økt munandi um krillið, men tað vísir seg at vera beint øvugt. Kanna the poop story, so veitst tú, hví so er.

Táknirnar eru úr proteininum keratin, tað sama sum hár og negl hjá fólki er gjørt úr. Ein hvalur hevur umleið 600 lodnar táknir í yvirkjaftinum, sum tryggja, at føðin verður sílað úr vætuni. Hvalir, heldur enn menniskju, fáa ikki drukkið saltvatn.

Sum oftast eru táknahvalir størri enn tannhvalir. Avgustur, sum er tann størsti tannhvalurin, er eitt undantak. Hann er størri enn tann minsti táknahvalurin, sildrekin. Honhvalurin er oftast eitt sindur størri enn hannhvalurin, so løgið tað man ljóða.

Tað finnast 14 ymisk sløg av táknahvali í hesum fýra ættum: slættibøkur (Balaenidae), nebbafiskur (Balaenopteridae), gráhvalur (Eschrichtiidae) og pygmy slættibøkur (Neobalaenidae).

STØRSTI SKAPNINGUR Á JØRÐ

Bláhvalurin (Balaenoptera musculus) er tann størsti hvalurin. Bláhvalurin er eisini størsti skapningur, vit vita um, sum nakrantíð hevur livað á jørð. Hann vigar upp í 200 tons, sum er meira enn 30 fílar, og er umleið 30 metrar langur. Blásturin kann verða upp í 12 metrar høgur. Serliga eru ungir bláhvalir kendir fyri at bróta. Hugsa tær sprænin!

storsti© Andrew Sutton / eco2

Bláhvalir kunnu gerast meira enn hundrað ára gamlir, og hjartað í teimum er so stórt sum ein Volkswagen Beetle. Teir eta 4 tons av krilli um dagin. Ein nýlagdur hvølpur vigar upp í 2.700 kilo, tað er líka nógv sum eitt fullvaksið áarross. Teir fyrstu sjey mánaðirnar í lívinum sýgur hvølpurin umleið 400 litrar av mjólk frá mammu síni hvønn dag.

Bláhvalir ferðast vanliga einsamallir ella tveir og tveir. Um veturin eru flestu teirra í heitum, tropiskum sjógvi, har teir yngla. Tá ið summarið kemur, flyta teir til kaldari polarsjógv at geva føði.

Sangurin hjá bláhvali er djúpur og harður og viðhvørt so lágur, at mannaoyru eru ikki før fyri at hoyra hann. Teir geva ljóð frá sær, sum eru harðari enn hjá nøkrum øðrum skapningi á klótuni, og teir hoyra hvønn annan, um tað so eru 1.000 kilometrar millum teir.

Tíanverri, orsakað av bláhvalaveiðu, sum varð bannað í 1966, er bláhvalurin næstan avoyddur. Í Antarktis, har størsta talið av bláhvalum fanst, minkaði talið niður í 0,15 prosent av upprunatalinum. Í dag verður roknað við, at talið á bláhvalum er einastaðni millum 10.000 og 25.000. Tað er líkt til, at stovnurin er í líðandi vøkstri, so enn er vón fyri hesum stórfingna djóraslagi.

TÝDNINGURIN AV LJÓÐI

Hvalir liva í einum heimi fullum av ljóði. Kringumstøðurnar eru mangan døkkar, og av tí at hvalir noyðast at kava niður í myrk dýpi at leita sær fong og at finna hvønn annan aftur í veldugu víddunum, seta teir sítt álit á ljóð fyri at yvirliva.

Undantikið áardelfinir, sum so at siga eru blindar, hava hvalir góða sjón bæði undir og yvir sjónum. Men hvat nyttar at síggja væl, tá ið einki er í eygsjón?

Vandir við myrkar kringumstøður við lítlum og ongum ljósi hava tannhvalir ment evnini at vita, hvar teir eru, við at gera ekkó. Teir brúka henda máta at staðbinda seg gjøgnum ekkó, eisini nevnt biosonar, til at seta sær kós í sjónum og til at finna føði.

Hvalurin sendir út ljóðbylgjur, ofta lágfrekvent klikk, sum raka á ein lut ella á eitt annað djór og síðani ekkóa aftur til hvalin. Hetta ger hvalin føran fyri at skyna á skapi, leið, fráleika, ferð og bygnaði á tí, hann hevur í skotmála. Ljóðið kemur úr melónini, sum er ein feittkendur innvølur í kúluni. Av tí at hvalir eingi oyru hava uttaná kúluni, fáa teir ljóðið inn aftur gjøgnum feittkendar bygnaðir í teim niðaru kjálkabeinunum.

Táknahvalir eru ikki førir fyri at staðbinda seg gjøgnum ekkó, soleiðis sum tannhvalir gera. Tað er heldur ikki so neyðugt hjá teimum, tí teir eta rætt og slætt við at gapa og lata fisk og krill skola inn. Men ljóð eru ómetaliga týdningarmikil hjá teimum at samskifta við. Teir finna sær maka, felagar og familju, sum eru stødd langt burturi, við at ‘rópa hart’.

Hvalaljóð eru ein blandingur av klikkum, bríkslan, stynjan, rínan og hvínan, og harafturat gera teir slagtónaklangir við sveivinum ella bøkslinum, og soleiðis kunnu teir geva ógvuliga ymisklig boð frá sær. Enn vita vit ikki, hvussu táknahvalir gera síni ljóð, tí teir hava eingi raddbond. Kortini duga teir at gera vakrar sangir, sum bæði eru hugtakandi og falla fólki væl í oyruni.

Marna OlsenHvalur