UM GRINDABOÐ.FO

Í Føroyum verða grindahvalir veiddir til matna. Grindadráp er mangan ein dramatisk sjón, sum skakar fólk og hevur verið fyri stórum atfinningum víða um í heiminum.

Grind hevur havt ein avgerandi týdning fyri, at føroyingar hava kunna yvirlivað heilt síðani landnám í fyrsta áratúsundi. Fjarlagnar eru Føroyar, mangan er illveðursligt, og harðbalnu íbúgvarnir hava verið noyddir at bjarga sær við tí lítla, sum fekst.

“GRINDABOOOOOÐ!” hoyrdust rópini gella, og hoyrast enn viðhvørt, tá ið grind verður funnin. Rópini vóru ein máti at geva boð frá sær um grindina, og samstundis fagnaðarróp. Ein stór samskiftisskipan fór í gongd fyri at savna nóg mikið av fólki, so at raksturin hepnaðist væl.

Grindaboð – boð um grind. Henda heimasíða gevur eisini boð um grind, men heldur øðrvísi boð enn vanligt hevur verið.

Nú á døgum er grindadráp óneyðugt og voldir grindahvali óneyðugan skaða, men kortini er grindadráp enn friðhalgað í Føroyum, næstan sum ein mentunarlig samleikamynd. Grindaboð.fo virkar fyri, at hesi ikonisku djór fáa viðurkenning og fyri at menna ein øðrvísi hugburð um grindahval ímillum føroyingar.

MARNA FRIDA OLSEN

marnaolsenFøroysk kvinna við MA í Samskifti og Virksemi, ið er áhuga í umhvørvi og djóravælferð.

Hví eina heimasíðu um grindahval? Eg visti lítið um hendan hvalin, áðrenn eg fór í holt við heimasíðuna – og enn havi eg nógv at læra um hesi blídligu djór, sum saman við okkum býta havið um Føroyar.

At drepa grind til matna hevur fyri meg altíð verið nakað, sum føroyingar “bara gera” – sum onnur drepa neyt, svín, høsnarungar og so framvegis. Eg gavst at eta djór, tá ið eg var um 10 ára aldur og havi alt tað, ið eg minnist, havt sterkar (sam)kenslur fyri djóravælferð. Í síðstuni havi eg varnast, at eitt vaksandi tal av fólki mótmælir og bjóðar hesum forna siði av, og tí fangaði spurningurin mín áhuga.

Eg haldi, tíðin er komin til at steðga grindadrápinum og vera takksom fyri ta kjøtið, vit føroyingar hava fingið frá hvalum gjøgnum tíðina. Latið okkum læra grindahvalin at kenna, verja hann og njóta sjónina av honum – og latið okkum styrkja myndina av grindahvali sum eitt positivt, livandi ikon fyri Føroyar.

Tá ið eg kanni upprunan á báðum mínum fornøvnum á latínskum og germanskum máli, ber til at týða nøvnini Marna Frida til Havfriður. Tað haldi eg er nokso kul!

Tú ert vælkomin at senda mær ein teldupost á grindabod.fo [at] gmail.com 

Marna OlsenUm grindaboð.fo